Andrias Edmundsson er komin til eitt størri felag í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini, har kappingin er harðari um plássini.
Andrias slapp ikki á vøllin, tá lið hansara, Wisla Plock á heimavølli ígjár vann 2-1 á Chrobry Glogow.
Wisla Plock er aftaná trý umfør fremst í deildini við sjey stigum.
Sunnudagin 11. august klokkan 13.30 spælir Wisla Plock á útivølli móti Odra Opole. So er at vóna, at leiktíð aftur verður til føroyska verjuskansan.