Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen fekk aftur fulla spælitíð, tá hon og liðfelagarnir spældu dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini móti høvuðsstaðarliðnum, Brommapojkarna í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.
Alexandra Hellekant fekk Piteå á sigurskós í 14. minutti, og var Piteå leingi á sigurskós. Men tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði heimaliðið.
Piteå er nummar átta í deildini við 19 stigum.
Komandi leygardag klokkan 11.30 hevur Piteå dyst á heimavølli. Tá kemur Växjö á vitjan á LF Arena í Piteå.











