Atkvøða um djóra­væl­ferð­ar­lóg­ina í dag

Nágreinað verður, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av løgtingslógini

Løgtingið fer á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13 í dag, at atkvøða við 2. viðgerð um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djóravælferð – djóravælferðarlógin.

 

Har verður nágreinað, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av løgtingslógini.

 

Í viðmerkingum til uppskoptið stendur, at hóast løgtingslóg um djóravælferð greitt ásetur, at løgtingslógin ikki er galdandi fyri veiðu og fiskiveiðu, undir hesum eisini grindadráp, so tykist ivi at hava tikið seg upp um hesi viðurskifti. Til tess at beina allan iva av vegnum verður løgtingslóg um djóravælferð broytt.

 

Løgtingslóg um djóravælferð hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum.

 

Hetta endamál verður fyrst og fremst rokkið við at tryggja, at djór, sum fólk hava á hondum – húsdjór, nyttudjór og kelidjór – verða hildin undir hóskandi umstøðum. Ásetingin merkir m.a., at djórini skulu avlívast á hóskandi hátt. Fyri húsdjór, nyttudjór og kelidjór merkir hetta, at djórini annaðhvørt skulu doyvast, áðrenn tey verða avlívað, ella at tey verða avlívað soleiðis, at tey doyggja beinanvegin. Hetta ber til, tá talan er um djór, sum fólk hava á hondum.

 

Støðan er ein onnur, tá ið talan er um djór, sum verða veidd, og sum fólk tí ikki hava á hondum. Grindadráp er at meta sum veiða, og tí er umráðandi at hava fyri eyga skilnaðin millum ávikavist at veiða vill djór og avlíva tom djór.

 

Djóravælferðarlógin ásetur í § 13, at veiða og fiskiveiða skal, alt tað ber til, fremjast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt.

 

Í almennu viðmerkingunum til løgtingslógina stendur m.a. soleiðis: Ásett verður, at djór í sambandi við avlíving skulu handfarast soleiðis, at tað er djóravælferðarliga hóskandi.

 

Endamálið er, at avlívingin skal gerast við minst møguligari strongd og pínu fyri djórið, men fyrilit eigur eisini at vera havt fyri tí, sum í royndum letur seg gera. Tá ið talan er um villan fugl, villan fisk og súgdjór, sum liva í náttúruni, t.d. haru og grind, verður hildið, at fiski- og avlívingarhættir, sum verða brúktir í dag, eru í samsvari við ta lóggávu, sum verður skotin upp. [...]

 

Í serligu viðmerkingunum til § 13 í djóravælferðarlógini stendur m.a. soleiðis:

 

Djóravælferðin er treytað av tí djóraslagi, talan er um. Greinin snýr seg einans um at veiða og fiska vill djór, og tað er landsstýrismaðurin, ið varðar av hesum øki, ið ásetur nærri reglur. Tað, sum verður mett hóskandi eftir viðkomandi lóggávu, t.e. m.a. fiskivinnulóggávuni, grindalóggávuni og lóggávuni um fugla- og haruveiðu, verður vanliga eisini mett hóskandi eftir djóravælferðarlógini.

 

Tá tað í viðmerkingunum til løgtingslóg um djóravælferð verður sagt, at fyrilit eigur [...] at vera havt fyri tí, sum í royndum letur seg gera, so merkir hetta júst tað: Grindadráp, sum verður útint í samsvari við tað, sum er ásett í løgtingslóg og kunngerð um grind og annan smáhval, lýkur ta treyt, sum løgtingslóg um djóravælferð ásetur, nevniliga at drápið skal avgreiðast so skjótt, sum tað ber til, og at hvalurin skal drepast so skjótt og pínuleyst, sum tað ber til, og við fyriliti fyri tí, sum í royndum letur seg gera.

 

Skráin fyri tingfundin í dag klokkan 13 er henda:

 

 

1

 
 

3. viðgerð LM-089/2025 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om dansk indfødsret

 
 

2

 
 

3. viðgerð LM-093/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Avtaka markið á 300 bruttotons fyri útlendskar P & I-tryggingar)

 
 

3

 
 

3. viðgerð LM-094/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt (Ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)

 
 

4

 
 

3. viðgerð LM-095/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilivág (At ferðandi kunnu hava við sær heilivág til egna nýtslu til landið)

 
 

5

 
 

2. viðgerð LM-102/2025 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af forskellige love om ændring af udlændingeloven (Gennemførelse af forordning om ændring af forordning om ensartet udformning af opholdstilladelser til tredjelandsstatsborgere, præcisering af gennemførelsen af opholdsdirektivet m.v.)

 
 

6

 
 

2. viðgerð LM-099/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin) (Heimild at skjóta grágás og brandgás)

 
 

7

 
 

2. viðgerð LM-103/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Um at leingja sólseturáseting í fjarskiftislógini)

 
 

8

 
 

2. viðgerð LM-104/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) (Nágreinað verður, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av løgtingslógini)

 
 

9

 
 

2. viðgerð LM-101/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Longd gildistíð, nágreina ella fáa heimildir til at skipa fiskiskapin, at boða frá útluting, at sýta útlendskum skipum at taka ímóti vørum, veitingum og at umskipa o.tíl., at avhenda rættindi at fiska av felagskvotu, at geva undantak frá at landa í Føroyum við fráboðan o.a.)

 
 

10

 
 

2. viðgerð LM-091/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð (Áseting um eina árliga konjunkturfrágreiðing og eina árliga temafrágreiðing)

 
 

11

 
 

2. viðgerð LM-097/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (CRS og CARF –globalir standardar fyri umbýti av fíggjarligum upplýsingum millum skattamyndugleikar )

 
 

12

 
 

2. viðgerð LM-092/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almennu talgildu postskipanina Mínboks (Føroya Rættur fær heimild at senda og kunnuggera talgilt umvegis Mínboks)

 
 

13

 
 

Framløga

 

 

Umframt tingfundin í dag, so eru hesir tingfundir settir á skrá:

 

19. mai 13:00

 

26. mai 10:00

 

27. mai 10:00

 

28. mai 10:00

 

29. mai 10:00.