Átta fólk dripin í Gaza í morgun

Sjey fólk eru dripin í einum íbúðarhúsum í Gazabýi, og eitt fólk er dripið í einari flóttafólkalegu vestanfyri býin

Í morgun eru tíðindi borin um, at fleiri eru dripin í Gazageiranum í ísraelskum álopi.

 

Sambært verjuni í Gaza eru átta fólk dripin í loftálopi á Gazabý.

 

Sjey fólk eru dripin í einum íbúðarhúsum í Gazabýi, og ein er dripin í einari flóttafólkalegu vestanfyri býin.

 

Tað sigur eitt talsfólk við AFP-tíðindastovuna, og lagt verður aftrat, at ísraelska álopið var í morgun.

Eisini tíðindastovan Al Jazeera sigur frá um ísraelska álopið á Gazabý í morgun.