Ferðsluóhapp – Funn­ings­veg­ur­in stongdur

DAGFØRING: Nú er vegurin opin aftur

Eitt ferðsluóhapp var fyri løtu síðani á Funningsvegnum einar 300 metrar norðan fyri avkoyringina til Funnings.

 

Vaktleiðarin sigur, at hóast bilarnir eru so illa farnir, at teir ikki kunnu flytast, so var eingin fólkaskaði. Sløkkiliðið er á veg norður til Funnings at flyta bilarnar. Men har er ikki koyrandi, og vegurin er stongdur. Tað merkir, at tað í løtuni ikki er koyrandi til Gjáar og Eiðis úr Funningi, so um onkur skal handan vegin beint nú, so má leiðin leggjast gjøgnum Sundalagið og Eiðisskarð.