- Maðurin var síðstu viku gjørdur kunnugur við, at hann í loyndum og í fleiri ár hevur verið í kikaranum hjá løgregluni, og nú er hann skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, sigur verjin

Skuldsettur: - Eg havi einki við hendingina at gera

Tað sigur maðurin í fimtiárunum, sum nú er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne Elisabeth Hagen

- Maðurin var síðstu viku gjørdur kunnugur við, at hann í loyndum og í fleiri ár hevur verið í kikaranum hjá løgregluni, og nú er hann skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, sigur verjin

Í dag gjørdist greitt, at norska løgreglan hevur skuldsett ein norskan ríkisborgara í málinum um ríkmanskonuna, Anne Elisabeth Hagen.

 

Konan hvarv sporleyst úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018 og er ongantíð sædd aftur - ei heldur er nakað lík funnið.

Í dag vita norskir miðlar at siga, at maðurin, sum nú er skuldsettur, noktar seg sekan og sigur seg einki hava við hendingina at gera.

Maðurin sýtir fyri at hava nakað sum helst við málið at gera, og hann hevur tikið sær grundleggjandi rættin ikki at úttala seg fyri løgregluni.

 

Tað sigur verjin hjá tí skuldsetta, Victoria Holmen, við norska kringvarpið, NRK.

 

- Maðurin varð síðstu viku gjørdur kunnugur við, at hann í loyndum og í fleiri ár hevur verið í kikaranum hjá løgregluni, og at hann nú er skuldsettur í sambandi við málið um Anne Elisabeth Hagen.

 

Hetta sigur verjin, sum starvast hjá Elden Advokatfirma í Noregi.

 

Lesið eisini: Nýggj skuldseting í Hagen-málinum

 

https://www.in.fo/news-detail/nyggj-skuldseting-i-hagen-malinum

 

- Maðurin var síðstu viku gjørdur kunnugur við, at hann í loyndum og í fleiri ár hevur verið í kikaranum hjá løgregluni, og nú er hann skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, sigur verjin