Stór grind hevur lagt beinini í Sandagerði

Tað tók eina góða løtu at drepa grindina í Sandagerði, sum var sera stór

Sýslumaðurin segði, at talan var um 300-400 hval. Um hon er so stór, vita vit ikki, men grindin er í øllum førum nógv størri, enn grindir plaga at vera, sum leggja beinini í Sandagerði.

Tað var ikki pláss á sandinum til allar hvalirnar í senn, og tí gjørdi øll grindin ikki landgongd og tí lógu fleiri hval uttanfyri, sum vórðu hildnir til seinni, eftir at teir fyrru vóru dripnir.

Tá drápið er liðugt verða hvalirnir sleipaðir inn á bryggjuna við oljukaiina og á Viðarnesi, har vanligt er at skera upp.

Farið verður neyvan at skera upp fyrr enn í morgin.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##