Stór grind í Havn

Eru á veg inn í Sandagerð við eini grind upp á 300-400 hval

Tað sigur Kári Thorsteinsson, virkandi sýslumaður, við Kringvarpið.

Grindin er komin oman gjøgnum fjørðin og nógvir bátar eru hjá grindini, sigur sýslumaðurin.

Grindin verður rikin inn í Sandagerð og hildin til har.

Er grindin so stór, sum sýslumaðurin sigur, so er talan um óvanliga stóra grind í Havn.

Sýslumaðurin lýsir grindaøkið at vera ein fjórðing kring grindina á sjónum og uppeftir. Á landi er grindaøkið ávíst við avsperringum.