B68-HB verður leiktur í kvøld - HB-Víkingur verður leiktur leygarkvøldið

Orsaka av vindi bleiv dysturin millum B68 og HB ikki settur í gongd

FSF skrivar:

 

- Útsetti dysturin millum B68 og HB í MeistaraDeildini hjá monnum verður spældur týskvøldið 26. mai klokkan 18:30

 

——————

 

Annan hvítusunnudag var fult umfar í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni. Men orsaka av vindi bleiv dysturin millum B68 og HB ikki settur í gongd.

 

Kappingardeildin hjá FSF hevur síðani avgjørt at dysturin í staðin verður spældur týsdagin 26. mai klokkan 18:30.

 

Hetta hevur samstundis við sær, at dysturin í 12. umfari millum HB og Víking, sum skuldi vera í Gundadali komandi fríggjakvøld, er fluttur til leygardagin 30. mai.

 

12. umfar

Skála – 07 Vestur (fríggjadagin)

HB – Víkingur (leygardagin)

AB – NSÍ (leygardagin)

B68 – B36 (leygardagin)

KÍ – EB/Streymur (leygardagin)

 

Skrivar FSF.