Badmintonsambandið góð úrslit í Odense

Sera góð úrslit

 

Badmintonleikararnir, sum í vikuskiftinum hava verið til kapping í Odense, hava fingið sera góð úrslit. Spælt varð fríggjakvøldið og leygardagin, og í dag vóru so hálvfinalur og finalur á skrá. Leikararnir hava spælt og vunnið nógvar dystir, og leygardagurin var langur - fyrstu dystirnir byrjaðu kl. 9 og síðsti dystur var ikki liðugur fyrr enn 12 tímar seinni.

 

Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen gjørdu bart í tvímansleiki og vunnu gull í A-rekkjuni. Tær spældu ein sera góðan dyst. Tær taptu fysta sett 25-23, men so lótu tær ongan iva vera um, hvør var best og vunnu tvey tey næstu settini 21-14 og 21-16. Sera flott úrslit av okkara ungu leikarum. Í M-rekkjuni gekk eisini sera væl. Miriam í Grótinum kom í fjórðinsfinaluna í einmansleiki. Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen og Sanna og Mia Thorkildshøj komu somuleiðis í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki. Og Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen komu í hálvfinaluna í tvímansleiki, sum tær taptu 2-1, og Rúni Øster og Miriam í Grótinum komu í hálvfinaluna í blandaðum tvímansleiki, sum tey taptu 2-0.

 

Gull og tvey bronsuheiðursmerki í stórari kapping - sera flott avrik av okkara leikarum.

 

Við á ferðini vóru hesi

 

Landsliðsvenjari

 

Fai Yin Wong

 

Ferðaleiðarar

 

Fríðgerð Rasmussen og Elsa Thorkildshøj

 

Leikarar

 

Asbjørn Heide Olsen

 

Bjarnhild í Buð Justinussen

 

Eyð Lamhauge Debess

 

Hákun Thorkildshøj Sigvardsen

 

Jafet Rasmussen

 

Jónas Djurhuus

 

Julianna í Heiðunum

 

Leiki Dal-Christiansen

 

Magnus Dal-Christiansen

 

Markus Bjarnason

 

Mia Thorkildshøj

 

Miriam í Grótinum

 

Oddbjørg í Buð Justinussen

 

Ranja Joensen

 

Rúni Øster

 

Sanna Thorkildshøj

 

Tóki Yngvason Guttesen

 

Símun Thorkildshøj Sigvardsen

 

##med2##

##med3##

##med4##