– Eg fari at tosa við flokkin um hetta, so eg havi ikki tikið støðu til tað enn.
Tað segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tá in.fo hósdagin spurdi hann, um hann – umframt at stilla upp til fólkatingsvalið 24. mars – eisini stillar upp til løgtingsvalið, sum verður 26. mars.
Vit hava eisini spurt Ben Arabo um leysasøgurnar um, at hann verður valevni hjá Javnaðarflokkinum úr Norðstreymoy. Men hann vil ikki vátta tær leysasøgurnar, sum hann heldur ikki avsannar – men biður okkum spyrja aftur seinni. Hann sigur, at hann er so ofta spurdur uttan at hava játtað at stilla upp.
Hetta gjørdist enn meira aktuelt í gjárkvøldið, tá tíðindini bórust um, at tingkvinnan hjá Javnaðarflokkinum í Norðstreymi, Ingilín Didriksen Strøm ikki stillar uppaftur.
Men greitt er, at bæði Sjúrður Skaale og Ben Arabo kunnu fáa nógvar atkvøður, um teir stilla upp til løgtingsvalið.
Veljarin hevur tó tvær ferðir víst, at hann heldur vil hava Sjúrð Skaale á Fólkating enn á Løgting. Hann stillaði til dømis upp til løgtingsvalið bæði í 2015 og 2019, tá hann gjørdist ávikavist nummar 11 og nummar 15 við 175 og 136 atkvøðum. Fyrru ferð gav tað honum sæti á tingi sum varamaður fyri landssýrisfólk, sum hann kortini ikki tók av, tí hann valdi fólkatingssessin framum.
Tað sermerkta við hesum laku varlúrslitunum hjá Sjúrði Skaale var, at hetta var somu ár, sum hann fekk ávikavst 2.495 og 3.337 atkvøður til fólkatingsval. Til seinasta fólkatingsval 31. oktober í 2022 fekk hann 3.806 atkvøður til fólkatingsvalið – og stillaði ikkiupp til løgtinsvalið fáar vikur seinni, sum var 8. desember í 2022.
Hesaferð ber ikki til hjá Sjúrði Skaale at taka støðu til uppstilling til løgtingsvalið eftir úrslitið av fólkatingsvalinum, tí tey eru at kalla í senn. Sjúrður Skaale hevur verið sera nógv frammi í orðaskifti seinastu mánaðirnar – ikki minst í kjakinum um stríðið í Miðeystri millum Ísrael og Hamas.
Ben Arabo hevur ongantíð stillað upp til val ella verið virkin í politikki, tó at hann kemur úr eini kendari javnaðarfamilju. Pápi hansara, Thomas Arabo, hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum í mong ár og sitið bæði á Løgtingi og í landsstýri fyri Javnaðarflokkin.
Ben Arabo er kendur í almenna orðaskiftinum fyri sínar kontantu viðmerkingar til tað, sum hann heldur vera skeivt í samfelagum. Hann situr í løtuni sum formaður í nýskipanarnevndini, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum, sum løgmaður setti at koma við uppskotum.
Ben Arabo hevur nógvar og drúgvar royndir sum virkin vinnulívsmaður og hevur verið stjóri eitt nú oljufelagnum Hess, sum var við í oljuleitivirksemi í Føroyum um aldarskiftið, og í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Hann hevur eisini verið stjóri í P/F Betri og nevndarlimur í Betri Banka eins og nevndarformaður í Føroya Banka. Nú er hann stjóri í Framtaksgrunni Føroya, sum er almennur grunnur sum Føroya Landsstýri eigur. Hann er eisini nevndarlimur í ymsum feløgum.
Løgmaður vann slagið um pensjónsaldurin í løgtinginum mikudagin, sum kanska gevur honum ein fjøður í hattin millum ivasamar javnaðarveljarar og fakfelagsfólk. Spurningurin er so, um nøkur sterk valevni afturat kunnu venda gongdini soleiðis, at valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum ikki verður so galið, sum veljarakanningar millum tey sum hava teknað seg til spurnarpanelið hja spyr.fo vilja verða við.










