- Tað eru hjúnini, Khate og Jens Erik Zachariassen, ið nú eiga og reka Salo Salo Shop, sum staðið í Sørvági nú kallast. Á hillunum eru eisini fleiri forkunnugar vørur úr asiatiska køkinum

Bakkastøðin við nýggjum eigarum og nýggjum navni

- Broytingin í mun til áður er fyrst og fremst longri upplatingartíðir, har opið er frá klokkan 7 á morgni til klokkan 22 á kvøldi

- Tað eru hjúnini, Khate og Jens Erik Zachariassen, ið nú eiga og reka Salo Salo Shop, sum staðið í Sørvági nú kallast. Á hillunum eru eisini fleiri forkunnugar vørur úr asiatiska køkinum

Leygarmorgunin læt Bakkastøðin í Sørvági upp aftur við nýggjum eigarum og nýggjum navni.

 

- Tað eru hjúnini, Khate og Jens Erik Zachariassen, sum nú eiga og reka Salo Salo Shop, sum staðið nú kallast.

 

Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at Salo Salo er filipinskt navn, og merkingin er at eta og hugna sær saman.

 

- Broytingin í mun til áður er fyrst og fremst longri upplatingartíðir, har opið er frá klokkan 7 á morgni til klokkan 22 á kvøldi.

 

Lagt verður aftrat, at seinnapart er grillin opin, og ætlanin er framyvir eisini at hava ymiskar asiatiskar rættir.

 

##med2##

 

Á hillunum eru eisini fleiri forkunnugar vørur úr asiatiska køkinum.

 

- Vit ynskja Salo Salo Shop blíðan býr við virkseminum, siga tey í Sørvágs kommunu.

 

- Tað eru hjúnini, Khate og Jens Erik Zachariassen, ið nú eiga og reka Salo Salo Shop, sum staðið í Sørvági nú kallast. Á hillunum eru eisini fleiri forkunnugar vørur úr asiatiska køkinum