Tað var á bátastevnuni í Vestmanna leygardagin, at ein bátur sigldi inn í síðuna á sjóverjuskipinum Brimli.
Sambært Vørn, so var ein persónur í bátinum fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini umborð vóru flutt í land og síðani við skjúkrabili á Landssjúkrahúsið við smærri snuddm, skrivar Vørn.
Løgreglan hevur ongar viðmerkingar við málið uttan tað, at arbeitt verður við málinum.











