Ballon d'Or: HM avger ikki hvør gerst besti leikarin

Nógv leggja upp til, at ein spanskur heimsmeistari eigur at vinna Ballon d'Or

Fremsta einstaklingavirðisløn í altjóða fótbólti, Ballon d'Or skal handast seinni í ár.

 

Aftaná HM-gullið hjá Spania var staðfest hava nógvir ítróttarmiðlar kring heimin róð uppundir, at Ballon d'Or virðislønin fer til ein spanskan leikara.

 

Men Ballon d'Or boðar nú alment frá, at tað er ikki HM-endaspælið sum avger hvørt ein leikari vinnur Ballon d'Or ella ikki.

 

Síðani Ballon d'Or broytti heiðurin í 1995, so leikarar úr øðrum heimspørtum enn Evropa kundu vinna heiðurin er tað hent í fýra av sjey førum, at ein heimsmeistari hevur vunnið Ballon d'Or.

 

Zinedine Zidane vann HM-gull og Ballon d'Or í 1998. Brasilski Ronaldo vann HM-gull og Ballon d'Or í 2002, og í 2006 vann Fabio Cannavaro HM-gull og Ballon d'Or. 

 

Síðani 2006 er tað bert hent í 2022, at ein heimsmeistari hevur vunnið Ballon d'Or. Lionel Messi vann HM-gull við Argentina og Ballon d'Or hetta árið.