Bárður: - Skelkur at síggja pápa fáa hjartasteðg

- Eg leyp upp á pallin, og tað vóru nakrir ómetaliga óhugnaligir minuttir. Ógvuliga nógvir tankar flugu gjøgnum høvdið ta stuttu løtuna, áðrenn tey fingu lív í pápa aftur, sigur Bárður á Lakjuni

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Tað er altíð tankavekjandi at standa við eitt ársskifti. Sum hjá so mongum, so fara tankarnir yvir í tað tilveruliga – tað eksistensiella – og tú hugsar um tað, sum var, tað sum átti at verið og tað, sum koma skal. Dagur dettur av degi, og tíðin rennur avstað.

 

Soleiðis sigur Bárður á Lakjuni.

 

- Hjá mær - eins og hjá øllum mannabørnum, sum stríða sítt stríð undir sólini - hava harmur og gleði aftur reikað saman farna árið, tó stendur gleðin nógv fremri. Sannast má enn sum áður, at lívið má livast frameftir og skiljast aftureftir. At tað í “bagklogskabens ulideligt klare lys” er so mangt, ein átti at havt gjørt øðrvísi. Orð, sum vóru betri ósøgd. Gerðir, sum vóru betri ógjørdar. Og so alt tað, tú hinvegin átti at havt sagt og gjørt. 

 

Og Bárður leggur aftrat:

 

- Tað stutta av tí langa er tó, at sagað er sagað, og tað verður ikki øðrvísi. 2025 er farið við øllum tí, tað bar við sær, og eg takki hóast alt fyri hvørja løtu og vóni, at tað verður minni at vera bakklókur um við næsta ársskifti – um eg fái eitt aftrat.

 

Hann sigur, at 2025 annars var eitt ótrúliga hendingaríkt ár, og tað eru serliga tvær hendingar, sum standa klokkuklárar eftir.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

- Tað allarstørsta, sum hendi, var, at eg gjørdist abbi, og Mirjam gjørdist omma. Hin 6. mars verður ongantíð hin sami aftur. Elsta dóttir okkara, Oddvør og maður hennara, Martin, fingu ein elskuligan son, og hann hevur gjørt okkum øll púra býtt. Tað er bara heilt framúr fantastiskt! Lívið, dýra undur, sigi eg bara.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Tað var ein skakandi hending, tá pápi mín, Jógvan, fekk hjartastopp. Hetta var 2. hvítusunnumorgun í Klaksvík, og eg var til staðar saman við familjuni, og mamma var eisini har. Babba skuldi hava ein fyrilestur, og ein rúgva av fólki var savnað.

 

Bárður á Lakjuni greiðir frá, at sum pápin stendur við talarastólin, steðgar hjartað, og hann fellur um.

 

- Eg leyp upp á pallin, og tað vóru nakrir ómetaliga óhugnaligir minuttir, har góð og framúr dugnalig fólk góvu honum lívbjargandi hjálp. Ógvuliga nógvir tankar flugu gjøgnum høvdið ta stuttu løtuna, áðrenn tey fingu lív í hann aftur.

 

Hann vísir á, at bæði hann sjálvur og øll í familjuni eru so heilt ótrúliga takksom fyri, at pápin framvegis er teirra millum, og at hann slapp óskalaður frá hendingini.

 

- Tøkk fái Gud, og tøkk fái tey øll, sum hjálptu til! 

 

Bárður á Lakjuni sigur, at av øðrum, sum var serligt í 2025, kann hann nevna, at hann hevur fingið eitt nýtt knæ. Hetta hevur betrað betýðiligt um lívsgóðskuna, at hann nú aftur kann ganga túrar og sova uttan pínu.

 

Tá tað kemur til lærarastarvið, fegnist hann um enn ein lívsglaðan og stórslignan sangleik saman við 10. flokki. 

 

- Í løgtingsarbeiðnum harmist eg stórliga um nýggju fosturtøkulógina. Í mínum huga er lívið lívsins størsta undur - og 2025 hevur bara styrkt ta sannføringina. Vit eiga at undrast og fagna tí, vit einaferð sjálvi vóru. At stríðast fyri rættinum hjá tí lítla og verjuleysa, samstundis sum vit skulu taka okkum av teimum, sum eru  í trongari støðu.

 

Um nýggjárið annars, sigur Bárður á Lakjuni, at tað verður skotið saman við familju og vinum.

 

- Hetta plagar at vera eitt hugnaligt kvøld við góðum mati og góðari samveru. Eg plagi at keypa nakað av skjútsi at futta av saman við yngsta soninum, og tað er altíð stuttligt. Ikki sørt, at barnið í einum kemur til sjóndar slíkar løtur, sigur hann brosandi.

 

Og Bárður á Lakjuni endar við hesum orðum:

 

- Jú, 2025 var serstakt, og eg takki Gudi fyri lívið - lívið, sum er so dýrabært, so skroypiligt, so viðkvæmt, so vakurt. At enda fari at ynskja øllum eitt av Harranum vælsignað nýggjar.