Fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er dømdur til deyða in absentia, sum tað verður rópt.
Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar.
Tá Bashar al-Assad varð rikin frá valdinum í Sýria, veitti Russland honum friðskjól.
NTB veit at siga, at eisini yngri beiggi fyrrverandi forsetans, Maher Assad, og eitt systkinabarn fingu sama dóm.
Hetta hendi við ein sýriskan dómstól í dag, og sagt verður, at systkinbarnið, Atef Najib, var fysiskt til staðar, tá dómurin fall.
- Báðir Assad-brøðurni vórðu funnir sekir í krígsbrotsverkum og brotsverkum móti mannaættini undir 14 ára langa borgarakrígnum í Sýria.
Atef Najib, sum var hernaðarleiðari í Assad-stjórnini, varð dømdur fyri brutala atferð móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið.
Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist islamisturin, Ahmed al-Sharaa.
- Fyrrverandi forsetin flýddi saman við familju síni til Moskva, og tað sama gjørdi beiggi hansara eisini, veit NTB at siga.










