Føroyska Prematurfelagið hevur stovnandi aðalfund í kvøld

Áhugafelagið Føroyska prematurefelagið hevur stovnandi aðalfund á Hotel Føroyum klokkan 19:30 í kvøld

Pernille Michaelsen hevur tikið stig til áhugafelagið. Endamálið er at savna familjur, sum hava fingið børn sum eru fødd ov tíðliga, tí ofta kenna foreldur seg einsamøll í hesi støðuni. 

 

Skrá:

 

- Vælkomin

 

- Val av fundarstjóra

 

- Val av skrivara

 

- Røða við prematur-familju Harriet og John Av Gørðum

 

- Framløga av endamáli felagsins

 

- Viðgerð og samtykt av viðtøkum

 

- Røða við prematur-familju Marin Jacobsen

 

- Val av nevnd

 

- Ymiskt

 

Øll áhugaði eru vælkomin.