Í dag er ársins fyrsta bátastevna – bátafestivalurin á Toftum – sum savnar nógvar bátar, bátafólk og stevnugestir annars.
Skipanin við sjálvari bátasiglingini er, at bátarnir, sum luttaka, møta í Skálafirði klokkan 11, og hálvan tíma seinni verður kósin sett út eftir Skálafjørðinum og út á Toftir.
Siglt verður við lítlari ferð úteftir fjørðinum, og sambært skránni leggja bátarnir at í Oyrahavnini klokkan 13.
Sum undirhald til tey, sum bíða eftir bátunum og fyri teimum, sum koma í báti, fer Nes sóknar Hornorkestur at spæla, meðan bátarnir sigla inn og leggja at í bátahylinum í Oyrunum.
Tað er altíð hátíðarligt og hugnaligt at hoyra hornatónleik á einum stevnutiltaki, og tað er ikki minni hugnaligt at hoyra harmonikutónleik.
Og harmonikutónleikur verður eisini at hoyra á Toftum í dag.
Eina løtu eftir, at bátarnir hava lagt til bryggju og longu, meðan fólk sessast við borðið til suppu í tjaldinum, verður livandi harmonikutónleikur.
Fesk suppa er líka sum vorðin ímyndin av bátastevnunum, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
Tað verður Jens Jacob Olsen, sum fer at halda vælkomstrøðu fyri bátafólki, stevnugestum og bygdafólki annars, og røðan verður hildin í tjaldinum klokkan 13.30.
Tað, sum er so serstakt við einari bátastevnu, er ikki minst samanhaldið og hugnin millum bátafólk. Fleiri hava verið við í slíkum tiltøkum so ofta, at umhvørvið næstan kennist sum ein familja.
Sama sæst eisini millum tey, sum koma í kampingvogni, tá slíkar stevnur eru, og her kennist sama samanhald.
##med2##
Væl ber eisini til bæði at ganga ímillum bátar – og millum bátar og kampingvognar og tey tiltøk, sum annars eru.
Sum kvøldið gongur, og náttin kemur, hugna gestirnir sær í bátum og kampingvognum, og kanska verður farið ein túr til onkur av tiltøkunum, sum eru – og at enda kanska eisini í tjaldið til stórdansin.
Enn einaferð verður tað country-kongurin, Hallur Joensen, sum fer at spæla til dans í tjaldinum, og hetta plagar altíð at vera eitt stórt tiltak við nógvum fólki.











