Beinir hevur 13 dagar at skipa nýtt landsstýri

Formaður Fólkafloksins hevur fingið tíðina fram til fríggjadagin 10 apríl at skipa nýtt landsstýri

Samráðingarnar eru longu byrjaðar. Eingin ivi er um, at tað verður Beinir Johannesen, sum verður nýggjur løgmaður. Hann verður soleiðis tann yngsti og slær skjótt 56 ára gamla metið hjá Atla P. Dam. Hann tók við sum løgmaður á fyrsta sinni 10. desember í 1970, tá hann var 38 ára gamal. Beinir Johannesen er 9 ár yngri, enn Atli P. Dam var tá.

 

Tað var eftir formansumfarið hjá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, at tað endaliga varð staðfest, at Beinir Johannesen verður samráðingarleiðari. Øll floksforólkini peikaðu á hann.

 

Formaður Fólkafloksins segði við in.fo í gjár, at tað eru fleiri møguleikar at skipa samgongu. Hann nevndi møguleikan við eini breiðari samgogu, uttan ítøkiliga at nevna flokkarnar. Men hann sær eisini møgueikan fyri øðrum smalri samgongum.

 

Nógv bendir á eina breiða samgongu, og tá verður hugsað um eina samgongu við trimum av teimum stóru flokkunum. Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hava báðir nevnt eina samgongu við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, ein ABC samgonga, sum hon hevur nevnd áður.

 

Ein annar møguleiki er ein borgarlig samgonga við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Framsókn. Men tá er ikki talan um eina breiða samgongu.

 

Eina triði møguleiki er ein fullveldissamgonga við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn – men fullveldismálið hevur ikki verið á skrá á sama hátt, sum um aldarskiftið og fyllir neyvan líka nógv hjá Fólkaflokkinum í dag sum tá.

 

Spurdur hvat fer at fylla í samráðingunum um nýggja samgongu segði Beinir Johannesen við in.fo, at tað verður familjupolitikkur, bústaðarpolitikkur og vinupolitikkur.

 

– Vit skulu so sjálvandi samráða okkum fram til, hvat vit fáa semju um. Vit eru ymisk á máli um nøkur viðurskifti, sigur hann.

 

Og um løgmanssessin sigur ungi floksformaðurin.

 

– Eg bjóði meg fram og taki av, tá tað stendur mær í boði at gerast løgmaður, sigur hann.

 

Spurdur um hann sum løgmaður fer at halda fast við sparileistinum hjá nýskpanarnevndini og avgerðini hjá Aksel V. Johanesen um seks aðalráð sigur hann, at tað ikki neyðvendigvís verða akkurát seks aðalráð.

 

– Tað kann verða eitt fleiri ella eitt færri. Hetta er nakað, sum vit fara at gera av í samráðingunum, og tað veldst um, hvussu tann kabalin fer at ganga upp, og allir flokkar skulu føla, at teir hava fingið sín part, sigur Beinir Johannesen.

 

Spurdur um tað kann enda við níggju aðalráðum sigur hann greitt nei. Og tað verða heldur ikki átta, sigur Beinir Johannesen, sum nú hevur fingið pappírið frá løgtingsforkvinnuni, sum gevur honum beina kós í Tinganes sum nýggju løgmaður.