Beinir verður samráðingarleiðari

Eftir at Aksel V. Johannesen hevur verið hjá tingforkvinnuni og lagt frá sær er greitt, at nú fær Beinir Johannnesen møguleikan at skipa samgongu

Tað er greitt, eftir at bæði Aksel V. Johannesen vegna Javnaðarflokkin og Bárður á Steig Nielsen vegna Sambandsflokkin peika á Beinir Johannesen sum samráðingarleiðara.

Tað er Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum skal hitta øll forfólkini, har tey skulu siga henni, hvønn tey peika á. Men greitt er, at tá í hvussu so er Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin peikar á Beinir Johannesen, so verður tað hann sum fær uppgávuna frá løgtingsforkvinnuni, eftir at hon hevur tosað við øll forfólkini.