Bilførarin var ikki fullur men útlendingur

Løgreglan var í gjár boðsend, tí onkur helt ein bilførara vera ávirkaðan

Tað var á landsvegnum á Sundi, at onkur fekk illgruna um, at ein bilførari koyrid ávirkaður. Løgreglan fór úr Havn eftir honum, og fangaði hann í rundkoyringini í Kollafirði.

Men førarin var als ikki fullur, sigur vakthavandi á politistøðini.

– Tað var ein kinesari, sum ikki var kendur í umhvørvinum, sigur vakthavandi

Tað var regn og ringt sýni, sum helst hevur gjørt bilførarin ótrygga.

Boðað varð frá eldi í einum lastbili, sum koyrdi við Áir. Men tað vísti seg, at tað vóru bremsurnar, sum vóru blivnar heitar.