Bill Justinussen hevur sagt vara­ting­sess­in frá sær

Hóast hann er næsti maður á listanum hjá Miðflokkinum hevur hann boðað frá, at hann ikki tekur sæti á tingi

Bill Justinsussen, sum hevur umboðað Miðflokkin í landsstýrinum og í Løgtinginum frá 2002 tiol 2022, er ikki longur limur í Miðflokkinum. Hann er nú limur í Fólkaflokkinum. Hann hevur skift flokk síðani seinasta løgtingsval í 2022, tá hann gjørdist nummar trý á listanum hjá Miðflokkinum við 382 atkvøðum. 

Fremstur á listanum var floksformaðurin Jenis av Rana við 722 atkvøðum, og næstur honum var Steffan Klein Poulsen, sum sat sum varamaður á tingi seinasta valskeið, meðan Jenis av Rana var landsstýrismaður. Hann fekk 518 atkvøður á og yvirhálaði harvið floksfelagan Bill Justinussen.

Nú tá Steffan Klein Poulsen bað um farloyvi, tók annað varafólk hjá Miðflokkinum sæti fyri hann í Løgtinginum. Vit hava spurt Bill Justinussen, hví hann ikki møtir á tingi

– Tað er tí, at eg hava boðað Miðflokkinum og Løgtinginum frá, at eg ikki taki sæti á tingi aftur, hóast tað skuldi staðið mær í boðið. Tað kann eg ikki gera ímóti Miðflokkinum, eftir at eg havi meldað meg úr flokkinum, sigur hann.

Vit spyrja hann, um hann verður valevni hjá Fólkaflokkinum á næsta løgtingsvali. Og tað verður hann helst.

– Flokkurin hevur heitt á meg um at stilla upp, so tað vænti eg, at eg geri, sigur Bill Justinussen. 

Fólkaflokkurin hevur ein tingmann í Eysturoy. Tað er Bárður á Lakjuni, sum er úr Fuglafirði og sum býr í Leirvík. Í Runavík fekk Fólkaflokkurin 385 atkvøður á seinasta løgtingsvali, sum svarar til 19,9 prosent. Tað var tó ein afturgongd upp á 9,1 prosentstig í mun til løgtingsvalið í 2019, tá flokkurin fekk 545 atkvøður, sum svarar til 28,8 prosent.

Løgtingsval verður aftur í seinasta lagi 8. desember næsta ár.