Royndarkoyring av Navier-rakettmotori á SaxaVord Spaceport á Unst í Hetlandi. Mynd: Latitude / Wikimedia Commons – CC BY-SA 4.0

Skulu rakettir skjótast út í rúmdina úr Føroyum?

​​​​​​​Framsóknartingmaðurin heldur, at Føroyar hava góðar fortreytir at gerast ein miðdepil fyri rúmdarvinnu, men fyrst má greiða fáast á lógargrundarlagnum.

Royndarkoyring av Navier-rakettmotori á SaxaVord Spaceport á Unst í Hetlandi. Mynd: Latitude / Wikimedia Commons – CC BY-SA 4.0

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um rúmdarvirksemi í Føroyum.

 

Hann vil hava greiðu á, hvørjar lógir galda fyri rúmdarvirksemi í Føroyum, og um landsstýrið sær møguleikar í at menna eina føroyska rúmdarvinnu.

 

Millum annað spyr hann, um føroyskt lógargrundarlag er til staðar fyri at seta upp og reka jarðbundna infrakervi, sum samskiftir við fylgisveinar í ringrás kring jørðina, og um sama grundarlag er fyri at senda lutir í ringrás.

 

Føroyar væl staðsettar

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjarni Kárason Petersen á, at rúmdarvinnan er ein skjótt vaksandi vinna kring heimin.

 

– Føroyar liggja landafrøðiliga soleiðis fyri, at útgangsstøðið fyri rúmdarvinnu í Føroyum er sera gott. Hetta, saman við at Evropa ynskir egnar førleikar innan rúmdarvinnu, skapar fortreytir fyri, at Føroyar kunnu vera ein miðdepil fyri rúmdarvinnu í Evropa, skrivar hann.

 

Hann vísir eisini á, at Føroyar eru væl staðsettar til móttøkustøðir, sum kunnu taka ímóti dátum frá fylgisveinum, og heldur, at Føroyar eisini kundu verið ein staðseting fyri rakettstøð, sum senda smáar og miðalstórar rakettir í ringrás.

 

Ávirkan á samfelagið

 

Sambært tingmanninum kann ein framtíðar rúmdarvinna fáa ávirkan á bæði umhvørvið, loftrúmið, trygdina, fiskiskapin og onnur samfelagsviðurskifti.

 

Tí heldur hann, at neyðugt er fyrst at fáa staðfest, um føroyska lógargrundarlagið stuðlar undir slíkari vinnu ella setur forðingar.

 

Jacob Vestergaard hevur tvær vikur at svara teimum fimm spurningunum frá tingmanninum.

 

Royndarkoyring av Navier-rakettmotori á SaxaVord Spaceport á Unst í Hetlandi. Mynd: Latitude / Wikimedia Commons – CC BY-SA 4.0