Skótahjálpin latið 100.000 krónur til Kolombia

Skótahjálpin í Føroyum hevur gjørt av at lata 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Kolombia í sambandi við ógvisliga jarðskjálvtan, ið rakti landið herfyri.

Tíðindaskriv:

 

Peningurin er latin úr grunninum hjá Skótahjálpini, ið er ætlaður brádliga íkomnum neyðstøðum. Peningurin er latin hjálparfelagsskapinum Fundación Internacional Maranata í Bogotá, sum saman við felagsskapinum Operation Mobilization – vanliga kallaður OM – hevur yvirlit yvir, hvar og hvussu peningurin á bestan hátt kann brúkast.

 

Tað eru hjúnini Rani Andrassarson Skaalum og Aleksandra Melo Skaalum, ið hava samskipað flytingina og staðið fyri samskiftinum við bæði Fundación International Maranata og OM, sum tey eisini eru partur av.

 

Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði, tá Skótahjálpin lat 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarðskjálvtarnar í Venesuela.

 

Skótahjálpin er skipað soleiðis, at á hvørjum ári letur Skótahjálpin pening til tvær vælgerandi verkætlanir – eina í Føroyum og eina í útlondum. Harumframt verða í minsta lagi 10 prosent av innsavnaða peninginum hvørt ár latin í grunn til brádliga íkomnar neyðstøður. Tað er úr hesum grunninum, at peningurin er latin neyðhjálpararbeiðinum í Venesuela og Kolombia.

 

Arbeiðið at savna inn pening til Skótahjálpina fer fram í viku 39 á hvørjum ári, so í næstum fara skótar aftur at ganga hús í hús at savna inn pening til Skótahjálpina.