Børn fingu klorgass í seg og endaðu á sjúkrahúsi

Í dag eru tíggju børn endað á sjúkrahúsi, og tilsamans 68 fólk eru flutt burtur úr baðilndinum, Dampsaga Bad í Steinkjer í Noregi

Orsøkin er eftir øllum at døma ein feilblanding av kemiskum evnum, sum útloysti tað, tey rópa klorgass. 

 

- Talan er um, at svávulsýra og klor eru blandað saman, og hetta hevur útloyst klorgass, sigur Stig Lunde, vaktleiðari á 110-miðstøðini.

 

Hann sigur, at í løtuni er óvist, hvussu umfatandi klorgassið er, men arbeitt verður við at lufta út í bygninginum.

 

- Tað eru roykavarar inni í bygninginum, sum syrgja fyri og tryggja, at øll eru komin út.

 

Átaksleiðarin, Øystein Sandhals Volden, sigur, at øll í bygninginum eru úti, og hond verður tikin um fólk í einum grannabygningi.

 

NRK, sum skrivar um hendingina, veit at siga, at fýra børn eru send við sjúkrabili á Levanger sjúkrahúsið.

 

- Tey eru innløgd til iltviðgerð og eftirlit, verður lagt aftrat.

 

Sagt verður, at klorgass vanliga ikki er vandmikið fyr vaksin fólk, men børn kunnu fáa andatrupulleikar av gassinum.

 

- Tí hava børnini, sum vóru í baðilandinum, fyrstu raðfesting, veit norska kringvarpið at siga í dag, og tað er NRK, sum eigur viðheftu mynd.