Bókaklubbajól verður í Bókasavninum við Løkin í Runavík tann 13. desembur kl. 11-16.
Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og nógvum góðum bókatilboðum. Allan dagin er jólaverkstova og hugnalig jólakafe.
Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri tiltakinum.
Skrá
11:15: Søguløta: Jól við Astrid Lindgren
11:45: Hundamaður vitjar
12:00: Mourits Mohr Joensen lesur nýggju bókina Djarva Sára Skinfluga
12:30: Hoyr um Bókaklubban
12:45: Søguløta: Pippi bjargar jólunum og Skrímslaveitslan
13:00: Danny Baldursson syngur jólasangir
13:30: Helena Kannuberg lesur sína søgu úr Míni jólabók 2025
13:45: Hoyr um Bókaklubban
14:00: Søguløta: Dinosauravinir – Jólagávan
14:30: Hundamaður vitjar
14:45: Søguløta: Jólini koma í Mumidalin
Allan dagin:
Jólaverkstova við ítrivum úr Míni jólabók 2025
Tekna og lita Sáru Skinflugu og aðrar bókavinir. Tekna teg sum lim í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina ókeypis, verður sagt í tíðindaskrivi.











