Knørrur fær stuðul til neyst í Álakeri

Róðrarfelagið Knørrur søkti í oktober 2024 Tórshavnar kommunu um íløgustuðul uppá 10,8 mió. krónur til nýtt neyst í Álakeri.

Í umsóknini bleiv víst á, at samlaðu útreiðslurnar til neystið eru stívliga 36 mió. krónur, og at felagið sjálvt hevði eina eginfígging uppá 1.290.000 krónur.

 

Sambært grein 3, stk. 3 í “Leiðreglunum fyri stuðul til íløgur” kann stuðulin frá kommununi í mesta lagi vera 30% av metta byggikostnaðinum.

 

Fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2025 legði ikki upp fyri so stórum íløgustuðli, og tí varð tá mælt frá at játta stuðul, men samstundis varð mælt til, at íløgustuðul til kappróðrarneystið bleiv tikin við í fíggjarætlanararbeiðið fyri 2026.

 

Málið kom aftur á skrá í apríl 2025, har mælt varð til at játta stuðulsupphæddina, sum Knørrur søkti, men at hon skuldi býtast yvir tvey fíggjarár.

 

Og á býráðsfundi í kvøld varð einmælt samtykt at játta Knørri 5,5 mió. krónur í 2026 til nýtt kappróðrarneyst, og at málið verður lagt fyri býráðið aftur at geva felagnum tilsøgn upp á aðrar 5,5 mió. krónur í 2027.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##