Bones yvirtekur Jensens Bøfhus

Allar matstovurnar hjá Jensens Bøfhus í Danmark verða yvirtiknar av kappingarneytanum Bones, sum ætlar framhaldandi at reka matstovurnar undir einum øðrum navni

Allar Jensens Bøfhus matstovur í Danmark lata aftur og verða yvirtiknar av kappingarneytanum Bones. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir Børsen.

 

Jensens Bøfhus samtakið hevur mist tvísiffraðar milliónaupphæddir hvørt ár seinastu fimm árini. Tilsamans hevur hetta verið eitt hall upp á yvir 220 milliónir krónur.

 

Bones-samtakið fer framyvir at hava við 39 matstovur og hevur 2.000 arbeiðspláss, verður sagt.

 

Tað er ikki greitt, hvat Bones hevur goldið fyri at yvirtaka matstovurnar hjá Jensens Bøfhus í Danmark.

 

Umframt matstovurnar í Danmark hevur Jensens Bøfhus tvær matstovur í Malmø og eina í Oslo.

 

/Ritzau/

 

Allar Jensens Bøfhus matstovur í Danmark lata aftur og verða yvirtiknar av kappingarneytanum Bones. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix