Visit Vágar hevur framløgu av ferðavinnulógini og ferðavinnuætlanum. Eisini kemur Fróðskaparsetur Føroya at hava eina framløgu um regenerativa ferðavinnu. Sørvágs kommuna skrivar, at hetta er í samband við eina altjóða verkætlan sum kallast Return, har hugt verður eftir hvussu ferðavinnustøð kunnu mennast á ein burðardyggan hátt.
Tað verða eisini borgarafundir um sama evni í Mykinesi, Gásadali og Sørvági. Meira kunning kemur seinni.










