Í dag, hin 30. apríl, hevur Petrina Klein 95 ára føðingardag.
- Petrina er ættað úr Oyndafirði, men hevur búð á Sjóvarlon á Strondum seinastu árini.
Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, var á gátt í dag við einari heilsan og blómutyssi.
- Vit ynskja Petrinu Klein hjartaliga tillukku við degnum, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.










