- Tað er sera trupult at greiða frá kenslunum eftir seinasta kommunuval, men í stuttum gjørdist eg púrasta ovfarin og ógvuliga takksamur fyri fantastiska úrslitið, sigur Súni í Hjøllum, sum fekk 339 persónligar atkvøður á seinasta kommunuvali

Borgarstjóri í kommunu við bjartastu framtíð

- Tað er bæði krevjandi og spennandi at standa á odda fyri einari kommunu sum okkara, um arbeiðið í øllum lutum skal gerast væl, og í fyrsta lagi er avgerandi, at heilsan er góð, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum hevur verið aktivur í kommunalpolitikki í 40 ár

- Tað er sera trupult at greiða frá kenslunum eftir seinasta kommunuval, men í stuttum gjørdist eg púrasta ovfarin og ógvuliga takksamur fyri fantastiska úrslitið, sigur Súni í Hjøllum, sum fekk 339 persónligar atkvøður á seinasta kommunuvali

Grein úr Sosialinum 14. februar 2025:

 

Vilmund Jacobsen

 

 

 

Tveir listar stillaðu upp á kommunuvalinum í Nes kommunu hin 12. november í fjør, listi A við níggju valevnum og listi B við sjey.

 

Millum menninar á lista A vóru tvær kvinnur, Rannvá í Túni Petersen og Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, sum báðar sótu í undanfarna býráði. Tær vórðu báðar afturvaldar á seinasta vali.

 

Av sjey valevnum á lista B, vóru fýra kvinnur, Daisy Joensen Iversen, Bjørk Berg Wiggins, Harda Viljamsdóttir Højgaard og Berlys Toftadal.

 

Úrslitið av valinum gjørdist, at listi A fekk seks umboð, og listi B fekk eitt. Eingin av kvinnunum á lista B fekk sæti í býráðnum á hesum sinni.

 

Borgarstjórin undanfarnu fýra árini, Súni í Hjøllum, var á lista A, og hann gjørdi eitt nógv betri val, enn nakar hevði droymt um.

 

1111 veljarar høvdu atkvøðurætt í Nes kommunu á seinasta kommunuvali, harav valluttøkan var 87 prosent, sum merkir, at tilsamans 955 fólk vóru á vali.

 

Av hesum fekk Súni í Hjøllum ikki færri enn 339 persónligar atkvøður, sum svarar til stívliga triðju hvørja atkvøðu, og tað er neyvan nakrantíð hent í kommununi áður.

 

Á undanfarnum valum – í 2020 og 2016 – fekk Súni í Hjøllum ávikavist 142 og 129 atkvøður, sum eisini vóru tvey óføra góð val.

 

##med2##

 

Púrasta ovfarin

 

Súni í Hjøllum hevði sitið í tilsamans 36 ár í bygdaráðnum, tá hann eftir kommunuvalið í 2020 setti seg við borðendan, og nú hann varð afturvaldur og tekur eitt skeið aftrat sum borgarstjóri, eru árini vorðin 40.

 

- Tað er sera trupult at greiða frá kenslunum eftir seinasta kommunuval, men í stuttum gjørdist eg púrasta ovfarin og ógvuliga takksamur fyri fantastiska úrslitið.

 

Hann heldur fyri, at tað altíð er trupult at spáa um eitt val, men viðgongur, at hann væntaði eitt hampiligt úrslit, og kanska eitt enn betur úrslit enn á undanfarnum valum.

 

Men, tað kundi hann sjálvsagt ikki vita, tí hann hevði ikki sitið í borgarstjórasessinum áður og visti tískil heldur ikki, hvønn týdning hetta kundi fara at hava.

 

- Jú, eg væntaði at vera afturvaldur, men eg hevði slett ikki droymt um, at valið kundi gerast so sannførandi. Familja og onnur, sum standa mær nær, vóru eisini ovfarin og glað mína vegna.

 

Eyðmjúkur viðgongur hann, at ein stór fjøld av veljarunum vístu, at tey vildu hava hann at halda fram, og tískil situr hann nú saman við øðrum góðum fólkum á øðrum skeiði sum borgarstjóri í Nes kommunu.

 

At kommunan hevur verið fyri stórari menning í fleiri ár, eru neyvan fleiri meiningar um, og bara í undanfarna skeiði vaks fólkatalið í kommununi við 224.

 

Tað er ein stórur vøkstur yvir eitt 4-áraskeið.

 

Nú árini í kommunalpolitikki eru vorðin so mong, spurdu vit Súna í Hjøllum, hvussu verður um fýra ár.

 

- Eg fari ikki at brúka tíð upp á tann spurningin nú, tí hann er ikki aktuellur í løtuni, men heilt erliga - um lív og heilsa verður, eri eg 73 ár, tá hetta skeiðið er runnið. Eg dugi slett ikki at siga í dag, hvat eg fari at halda um tann spurningin um fýra ár.

 

Súni í Hjøllum viðgongur, at tað er bæði krevjandi og spennandi at standa á odda fyri einari kommunu, um arbeiðið í øllum lutum skal gerast væl, og í fyrsta lagi er avgerandi, at heilsan er góð.

 

- Tað er nógv, sum býráðið vil og sum skal fylgjast upp fyri at verða ført út í lívið. Í einari kommunu sum okkara, ið er vaksin so skjótt, er neyðugt at hyggja frameftir og at vera eitt sindur frammanfyri tíðina.

 

Og Súni í Hjøllum leggur aftrat:

 

- Vit leggja stóran dent á, at kjarnuuppgávurnar sum dagstovnar, skúli og eldrarøkt vera væl umsitin, og her fara at koma onkrar útbyggingar í næstu framtíð.

 

##med3##

 

Alfa og omega

 

Borgarstjórin vísir á, at skal kommunan mennast, veksa í fólkatali og annars verða við í kappingini millum aðrar kommunur, er neyðugt at seta út í kortið og skapa umstøður og møguleikar.

 

- Møguleikar skulu skapast fyri bygging av sethúsum og íbúðum, eins og neyðugt er alla tíðina at hugsa um trivnaðin hjá børnum, ungum og fólkinum í kommununi annars, samstundis sum vinnuligu karmarnir eisini skulu raðfestast.

 

Men, hevur fólkavøksturin í kommununi ikki verið ríkiliga stórur hesi árini, spyrja vit.

 

- Eg skilji væl tankagongdina og tey, sum kanska halda, at tað hevur gingið ríkiliga skjótt, men eg dugi ikki at síggja, at nakað alternativ er til fólkavøkstur.

 

Súni í Hjøllum vísir á, at demografiska landslagið í Føroyum er soleiðis háttað, at lutfallið millum yngra og eldra ættarliðið ger, at færri og færri eru í arbeiðsførum aldri í mun til tey, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum.

 

- Tí hevur tað stóran týdning, at fólkatalið veksur, og at vit fáa fleiri borgarar, sum eru í arbeiðsførum aldri heldur enn, at kommunan stagnerar.

 

Hann leggur aftrat, at um kommunan ikki veksur, fer at enda alt til rakstrarútreiðslur, og tá verður eingin peningur til íløgur og trivnað.

 

- So, jú – tað er eftir mínum tykki alfa og omega, at fólkatalið í kommununi veksur, og at vit gerast fleiri um at bera byrðarnar og lyfta tøkini, sum skulu takast, sigur borgarstjórin.

 

Men, hvussu kennist tað so at fara undir eitt nýtt skeið á ovastu rók við teimum avbjóðingum, sum eru?

 

- Tað skal eingin ivi vera um, at eg undan valinum var ógvuliga spentur eftir at sleppa at standa á odda fyri kommununi – eisini í hesum skeiði, sum nú er byrjað, viðgongur hann.

 

Nógvar ymiskar verkætlanir eru í gongd í Nes kommunu, og aðrar eru í stoypiskeiðini, sum borgarstjórin fegin vil vera við til at føra út í lívið.

 

- Jú, eg var ógvuliga spentur eftir at sleppa undir hetta skeiðið, og eg føli slett ikki, at eg heldur átti at havt takkað fyri meg, tó at árini í bygdaráðnum nú eru 40. 

 

##med4##

 

Nógv bygging

 

Súni í Hjøllum vísir á, at ymiskar íbúðarverkætlanir eru í gongd, og eitt nú byggir byggifyritøkan KBH 18 smærri íbúðir fyri Bústaðir, sum Almannaverkið fer at leiga. Hesar verða bygdar ímillum kommunuskrivstovuna og fyrrverandi Føroyabanka á Toftum.

 

Íbúðirnar verða skipaðar sum ein búfelagsskapur undir Almannaverkinum.

 

- KBH hevur nýliga bygt seks randarhús á Høganesvegi, og nú arbeiðir byggifyritøkan við einari nýggjari íbúðarverkætlan omanfyri randarhúsini.

 

Borgarstjórin sigur, at KBH eftir ætlan fer at keypa eitt øki aftrat oman fyri randarhúsini við Høganesveg. Fyritøkan fyrireikar nú eina verkætlan, har ætlanin er at byggja nakrar íbúðarlonir.

 

- Fyri nøkrum árum síðan bygdi KBH fyrst 18 íbúðir fyri Bústaðir á Kneysum á Toftum og síðan 16 íbúðir beint omanfyri, sum byggifyritøkan sjálv seldi, sigur hann.

 

Súni í Hjøllum leggur aftrat, at fleiri støk sethús eisini eru bygd kring um í kommununi seinastu árini.

 

- Vit fara eisini at leingja Høganesvegin við 180 metrum aftrat, og her verða møguleikar til eini átta støk grundstykki í niðara borði og møguleikar til íbúðar- og raðhúsabygging í ovara borði. 

 

Størsta einstaka byggiøkið í Nes kommunu seinastu árini hevur verið við Gaddavegin, og her eru nógv sethús bygd gjøgnum fleiri ár. 

 

Seinnu árini eru eisini fleiri sethús bygd við eitt nú Lýðarsveg. Nú hevur kommunan longt vegin inneftir, og her verða eisini møguleikar til nøkur grundstykki aftrat.

 

- Eitt annað íbúðarøki er við Regnavegin, sunnanfyri Svangaskarð, har vatnbrunnarnir eru.

 

Súni í Hjøllum vísir á, at økið norðanfyri brunnarnar er umleið 4000 fermetrar,  og her hevur Sp/f Skákið ætlanir um at byggja íbúðir.

 

- Sunnanfyri vatnbrunnarnar, har grót verður útvegað til leingjan av brimverjuni í Oyrunum, verður eisini eitt øki á 4000 fermetrar, sum kommunan fer at bjóða út til íbúðarbygging. Hetta økið verður væntandi boðið út til heystar, sigur borgarstjórin.

 

##med5##

 

Aðrar verkætlanir

 

Halda vit okkum uppi í bygdini á Toftum, arbeiðir Nes kommuna eisini við einari ætlan at fáa ítróttaøkið á Svangaskarði liðugt.

 

- Her skal byggjast áskoðaraskýli, og her skulu vit hava nýggjan graslíkisvøll í summar. Vøllurin, sum er frá 2012, er gamal, og nú má hann skiftast.

 

Tað var á Toftum, at fyrstu fótbóltsdystirnir vórðu leiktir, tá Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt, og her eru stórar íløgur gjørdar gjøgnum árini. 

 

Á Toftum verður eisini arbeitt við at fáa brimverjuna í Oyrunum lidna.

 

- Brimverjan úr Oyrunum og inneftir er nú 110 metrar long, og vit skulu 70 metrar inneftir aftrat. Væntandi verður hetta arbeiðið liðugt móti heystinum.

 

Súni í Hjøllum vísir á, at brimverjan nú nærkast syðra enda á bryggjuni við saltgoymsluna.

 

- Vit arbeiða eisini við einari langtíðarætlan at hava eina marinu her innanfyri. Her verður eisini eitt trivnaðarøki við Rætt - við møguleikum til dypping, kajaksigling, kaving og ymiskt annað.

 

Borgarstjórin sigur, at við Rætt kemur eisini at standa eitt listaverk, sum fer at ímynda felagsskapin í kommununi, og tað verður kommunan, sum ger fundamentið undir listaverkinum.

 

- Felagskenslan er sterk í kommununi, og soleiðis hevur tað verið alla mína tíð, har fólk hava staðið saman um felags mál, sigur hann.

 

Tað er eitt áhugafelag, sum stendur fyri sjálvum listaverkinum, ið er bygt upp av longum basaltsteinum.

 

- Vit sígga felagskensluna so nógvastaðni í fólkinum, og taka vit nýggjastu dømini um felagsskap, stendur nú eitt nýtt undirhús liðugt eins og Ternan, sum er flogbóltsfelagið her í kommununi, herfyri varð kosið at vera Ársins Ítróttafelagsskapur í Føroyum.

 

Súni í Hjøllum fegnast um felagskensluna og felagsskapin, sum ikki minst hevur stóran týdning, nú kommunan er vaksin so nógv seinnu árini.

 

- Tað er her, vit skulu liva og virka. Vit skulu øll trívast her, og tað er her, vit skulu hava tað gott, sigur borgarstjórin.

 

Sandship, sum Sandgevstur eigur, hevur ein stóran bygning norðanfyri Toftagjógv. Felagið ætlar at veksa um sítt virksemi á havnalagnum við at byggja út.

 

- Hetta er ein støð til alifóður. Her eru ikki nógv arbeiðspláss, men tað gevur inntøkur til kommununa í vørugjøldum, tá fóður kemur og fer um bryggjukantin, sigur hann.

 

##med6##

 

Nærkast 1600

 

Tað er lutfalsliga stutt síðan, at Nes kommuna við stívliga 1500 borgarum tók býarheitið, soleiðis at kommunan - frá at vera ein bygd - nú samanlagt er ein býur.

 

- Vit eru um 1587 borgarar í kommununi í dag, og eg má viðganga, at tað er hugaligt at síggja fólkatalið veksa so skjótt.

 

Súni í Hjøllum vísir á, at í kommunukanningini, sum KvF gjørdi í heyst, eru nógvir nøgdir borgarar í kommununi, og tað fegnast hann sjálvsagt um.

 

- Sjálvandi hava vit eisini okkara avbjóðingar, og ein hevur verið drekkivatnið. Hóast vit hava gjørt stórar íløgur her, so er ikki komið heilt á mál. Nakrir av vatnleiðingunum hava enn avbjóðingar til tíðir. Tað er ikki vatngóðskan, sum hevur verið trupulleikin, men liturin á vatninum. Vit arbeiða miðvíst fyri at loysa hesa avbjóðing heilt.

 

Tá vit spyrja, um hann heldur, at tað verður fólkavøkstur í kommununi tey næstu árini, sigur borgarstjórin, at tað væntar hann, og hann væntar eisini, at talan verður um ein hampiliga stóran vøkstur.

 

- Siga vit, at vøksturin kanska verður 50 borgarar um árið, kunnu vit síggja fram til, at vit kanska gerast 1700-1800 borgarar um eini fýra ár, og tað eru fólk, sum halda, at talið kann gerast enn størri.

 

Men, hetta veldst sjálvsagt eisini um gongdina í samfelagnum tey næstu árini.

 

- Í løtuni nærkast vit fólkatalinum í Fuglafjarðar kommunu, og tað merkir, at vit ikki longur teljast millum tær smáu kommunurnar í Føroyum.

 

Súni í Hjøllum sigur seg hava upplivað, at fólk, sum búðu í Havn, settu seg í samband við Nes kommunu, tí tey umhugsaðu at flyta.

 

- Spurt varð um bústaðarmøguleikar, dagstovn, skúla, frítíðaraktivitetir og trivnað, og eftir at vit høvdu samskift, valdu tey at búseta seg her hjá okkum, leggur hann aftrat.

 

##med7##

 

Samferðsla og samanlegging

 

Um almennu samferðsluna við Bygdaleiðum, sigur borgarstjórin, at roynt hevur verið leingi at fáa bussarnar at koyra út á Nes, men at tað higartil ikki hevur eydnast, og hetta harmast hann um.

 

- Hinvegin halda vit, at ferðasambandið millum Toftir og Havnina er rímiliga gott – serliga fyri tey, sum skulu møta tíðliga til arbeiðis í høvuðsstaðnum, tí hesi sleppa eisini heimaftur, tá arbeiðsdagurin er lokin.

 

Í byrjanini, tá Eysturoyartunnilin læt upp, var heilt galið við almenna ferðasambandinum, men við broytingum og tillagingum er sambandið vorðið rímiliga gott.

 

- Um almennu koyringina um vikuskiftið, eru tað serliga tey eldru, sum eru bundin at busssambandi, meðan flestu onnur koyra í egnum bili. Hinvegin er greitt, at jú betri ein tænasta er, tess meira verður hon brúkt, heldur hann fyri.

 

Vit spurdu eisini borgarstjóran, um tað hevur verið upp á tal at leggja kommunurnar við Skálafjørðin saman.

 

- Nei, tað kemur ikki upp á tal. Okkara kommuna er frá 1967, og vit ætla at klára okkum sjálvi, tí vit halda, at vit eru ein hóskandi eind. Hinvegin hava vit góð samstørv við hinar kommunurnar við Skálafjørðin um felags økir, sum eitt nú eldraøki, barnavernd, sløkkilið og Kongshavnar Havn.

 

Men, hava tey í Runavíkar kommunu ikki spurt, um áhugi er fyri møguligari samanlegging?

 

- Nei, Tórbjørn Jacobsen hevur ikki spurt meg, tí hann kennur svarið frammanundan, sigur Súni í Hjøllum, brosandi.

 

At enda heldur borgarstjórin í Nes kommunu fyri, at tað er ein bjørt tíð, sum liggur fyri framman í kommununi, og hann fegnast um góðu gongdina sum er, og sum vónandi eisini fer at halda fram í hesum skeiði.

 

##med8##

 

 

Fakta

 

Fólkatal í Nes kommunu: 1585

 

Toftir: 1057

 

Nes: 364

 

Saltnes: 164

 

 

 

 

 

Tofta skúli

 

Næmingatal:

 

207 (96 gentur og 111 dreingir)

 

 

 

 

 

Nývalt býráð:

 

 

 

Nr.    Listi  Navn                                    Atkvøður

 

1       A      Súni í Hjøllum                             339

 

2       A      Atli Fróði Johansen                    89

 

3       A      Rannvá í Túni Petersen            73                             

 

4             A        Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi         69                    

 

5             A        Henning Erhardsson Joensen 67     

 

6       A      Høgni Hansen                    61

 

7       B      Niels Jacob Nielsen          38

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Tað er sera trupult at greiða frá kenslunum eftir seinasta kommunuval, men í stuttum gjørdist eg púrasta ovfarin og ógvuliga takksamur fyri fantastiska úrslitið, sigur Súni í Hjøllum, sum fekk 339 persónligar atkvøður á seinasta kommunuvali