Japan hevði annars munin í steðginum. Kaishu Sano legði japanar á odda eftir hálvan tíma, og Brasil hevði ein sera veikan fyrra hálvleg, har spælið var seint og óneyvt.
Eftir steðgin kom eitt heilt annað brasilianskt lið á vøllin. Trýstið vaks støðugt, og Casemiro javnaði við einum stútara eftir 55 minuttir. Vinicius Junior var stutt eftir nær við at leggja Brasil á odda, men rakti stongina.
Tá alt bendi á longda leiktíð, spældi Bruno Guimarães Gabriel Martinelli leysan í fimta yvirtíðarminutti. Arsenal-áleyparin sveik ikki og sendi Brasil víðari við 2-1-sigri.
Brasil møtir vinnaranum av dystinum millum Noreg og Fílabeinsstrondina í áttandapartsfinaluni.











