Brian er aftur á Argjum

Álopsspælarin Brian Jakobsen flytur úr B36 og út á Argir

Flytingargluggin læt aftur nú kl 16, og AB hevur fingið sín seinasta styrk í hesum kappingarárinum í strembanini eftir uppflyting í Betrideildina. Seinasti brikkurin til AB-hópin er framherjin, Brian Jakobsen, sum áður hevur verið í AB.

 

Skálamaðurin hevur verið millum vandamiklu áleypararnar í bestu mansdeildini í fleiri ár. Í 2023 spældi hann við AB. Hetta var eitt tungt ár hjá okkum, har tað endaði við niðurflyting í 1. deild. Brian hevði tó eitt gott kappingarár, har hann skoraði 13 mál í 26 dystum.

 

Síðani hevur Brian verið í B68 og B36, har tað ikki heilt hevur gingið eftir vild hjá honum. Vit vita tó, hvørjar dygdir búgva í Briani, og vit hava sera góðar vónir um, at hann aftur kann fáa gongd í málskjótingina á Argjum.

 

Brian Jakobsen er 33 ára gamal og og hevur spælt 212 dystir í bestu mansdeildini, har hann hevur skorað 60 mál. Í 1. deild er tað blivið til 118 dystir og 93 mál, veit FaroeSoccer at siga..

 

Sáttmálin millum partarnar er í fyrstu syftu galdandi til kappingarenda 2025.