VIDEO: Svíðandi tapið hjá NSÍ í Helsinki

(Video) Her síggjast málini frá dystinum HJK Helsinki-NSÍ 5-0 (4-0 - 1-0)

Reyða kortið hjá Fabian Ness í 15. minutti gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá NSÍ lættari

Í teimum 33 árunum føroyingar hava tikið lut í evropeiskum kappingum fyri felagslið hevur neyvan nakar havt eitt betri útgangsstøðið til seinna dystin, enn NSÍ hevði undan seinna dystinum móti HJK Helsinki á útivølli. NSÍ hevði eina 4-0 leiðslu við sær úr Føroyum, men í kvøld tapti NSÍ aftaná longda leiktíð 0-5 fyri HJK Helsinki. Harvið tapti NSÍ samantalt 4-5.

 

Í Finnlandi stórfegnast tey um tað tey nevna: "Lítla undurið" hjá HJK.

 

HER ber til frá Youtube-rásini hjá HJK Helsinki at síggja málini frá 5-0 heimasigrinum hjá HJK á NSÍ:

 

##med2##

 

HJK Finnland – NSÍ 4-0 (1-0) 5-0 eftir longda leiktíð. HJK vinnur samantalt 5-4. 

 

1-0: Lucas Lingman 18.

 

2-0: Alexander Ring 53.

 

3-0: Santeri Hostikka 79.

 

4-0: Georgios Antzoulas 90.+4.

 

5-0: Santeri Hostikka 93.

 

Dómari: Helgi Mikael Jónasson úr Íslandi

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen (Henrik Osen, 85.), Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski (Hassou Diaby, 46.) – Jasper Van Der Heyden (Beinir Nolsøe, 68.), Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jón Petur Thomsen, Símun Rógvi Hansen, Pætur Hentze, Teitur Knudsen, Benadiktus Olsen, Betuel Hansen, Markus Klein Danielsen, Kevin Jablinski

 

Gult kort: Kristian Joensen, Hassou Diaby

 

Reytt kort: Fabian Ness 15. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Jens Christer Wedeborg

 

 

 

Reyða kortið hjá Fabian Ness í 15. minutti gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá NSÍ lættari