Burn: StÍF vann á Kyndli og KÍF vann á Team Klaksvík

Tveir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag

Klokkan 16 byrjaðu tveir dystir í Burn Mansdeildini.

 

Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað StÍF at vinna 33-27 á verandi meistarunum, Kyndli. Í steðginum var StÍF á odda 16-12.

 

Ovi Lützen var við 10 málum toppskjútti hjá Kyndli. Við sjey málum var Pætur Ó. Barclay toppskjútti hjá StÍF.

 

Í høllini í Kollafirði vann KÍF stórsigur 33-19 á Team Klaksvík. Í steðginum var støðan 19-12 til KÍF. 

 

Bárður Dam var við 10 málum toppskjútti hjá KÍF. Við seks málum var David Danielsen toppskjútti hjá Team Klaksvík.

 

H71 er fremst í deildini við 12 stigum, og VÍF er næstfremst við 10 stigum. StÍF, Kyndil og KÍF hava átta stig hvør, og Neistin hevur seks stig. Team Klaksvík er aftast við ongum stigi. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 hittast VÍF og Neistin í høllini í Vestmanna.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

 

##med2##

 

##med3##