SEV boðar í snarboðum á heimasíðu síni frá, at nakrar bygdir í Suðuroynni missa streymin í nátt.
Onku verður sagt um orsøkina til ætlaða streymslitið í nátt.
Stuttu boðini á sev.fo eru soljóðandi:
Streymurin verður avbrotin til Øravíkar, Fámjins og Hov á midnátt til kl. 05 fríggjamorgun 26. juni.











