Champions League: Füchse Berlin hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar

Kappingarneytin hjá Hákuni West av Teigum brendi illa úti á høgra veingi

Hákun West av Teigum var við í hópinum hjá Füchse Berlin, men venjarin valdi at brúka italska kappingarneytan, Leo Prantner í útidystinum í bólki A í Champions League móti Dinamo Bukarest.

 

Füchse Berlin vann dystin 27-21. Í steðginum vóru berlinarnir bert á odda við einum máli, 13-12.

 

Füchse Berlin er fremst í bólkinum við 20 stigum, og teir hava tryggjað sær í minsta lagi annað plássið í bólkinum. Aalborg er nummar tvey við 19 stigum. Nummar trý í bólkinum, ungarska liðið, Veszprem hevur 12 stig, og kann í mesta lagi tryggja sær 18 stig. Tað merkir, at Füchse Berlin hevur vunnið seg beinleiðis til fjórðingsfinalurnar, hóast teir hava tríggjar dystir eftir at spæla í bólki A.

 

Hákun sá kappingarneytan, Leo Prantner brenna fýra av seks málmøguleikum.

 

Ígjár tapti GOG í bólki B uttan Óla Mittún 30-37 (15-17) móti verandi Champions League meistarunum, SC Magdeburg.

 

GOG er nummar seks í bólkinum við átta stigum, og teir mugu stríðast hart fyri at halda í minsta lagi sætta plássið, so teir sleppa at spæla Play Off dystir um rættin at kappast í fjórðingsfinalunum.