Talan var um ein hús í Tvørgøtu í Havn. Fráboðanin kom um 18 tíðina. Sløkkiliðið kom á staðið og fekk slókt eldin. Júst hvussu stórur skaðin var, vita vit ikki, tí vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey fáa einki sagt um málið enn, tí tað verður kannað. Heldur ikki verður sagt, um nakar fólkaskaði var. Meira verður at frætta um tað seinni í dag, sigur vaktleiðarin.
Annars fekk løgreglan fráboðan um smærri ferðsluóhapp í Havn, har bilar bóru við hvønn annan í sambandi við parkering.
Í Eysturoy vóru tríggir bilførarar skirvaðir fyri at tosa í telefon. Tað fáa teir bót fyri og klipp í koyrikortið.
##med2##
##med3##
##med4##














