Tað verður Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, sum fer at seta ferðavinnuráðstevnuna í Varpinum í morgin klokkan 10

Stór ferðavinnuráðstevna verður í Varpinum í morgin

Hósdagin 19. februar, sum er í morgin, verður stór ferðavinnuráðstevna í Varpinum í Klaksvík

Tað verður Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, sum fer at seta ferðavinnuráðstevnuna í Varpinum í morgin klokkan 10

Tað er Visit North, sum skipar fyri ferðavinnuráðstevnuni, har ljós verður varpað á tær ferðavinnuupplivingar og teir møguleikar, sum Norðoyggjar hava at bjóða.

 

Á Visit North merkja tey ein øktan eftirspurning eftir upplivingum í Norðoyggjum, bæði frá føroyingum og útlendingum. 

 

- Tí valdu vit at skipa fyri einum slíkum degi, har vit hava bjóðað føroysku ferðavinnuni norður fyri at síggja, hvat vit hava at bjóða.

 

Tað sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit North.

 

##med2##

 

- Vit eru ógvuliga fegin um, at ferðavinnan hevur tikið so væl ímóti hesum tilboði, tí vit verða út við 150 fólk til tiltakið, sigur hon.

 

Tað verður Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, sum fer at seta ferðavinnuráðstevnuna í Varpinum klokkan 10.

 

 

 

Tað verður Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, sum fer at seta ferðavinnuráðstevnuna í Varpinum í morgin klokkan 10

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri í Visit North