Sunnudagin, 16. August, verður deyvagudstænasta við Helenu Gade, deyvapresti. Helena er fyrsti deyvi deyvaprestur, sum er sett í embætið í donsku fólkakirkjuni. Hon varð prestvígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn tann 31. august og skipað í embætið í Døves kirke á Frederiksberg 7 september, 2025. Nú kemur hon til Føroyar og fer, saman við fyrrverandi deyvapresti, Jónsvein Bech, at hava deyvagudstænastu í Havnar kirkju tann 16. august kl. 11:00. Gudstænasta er á teknmáli, men verður tulkað til talu.
Aftaná gudstænastuna verður kirkjukaffi í Kirkjustovu, og har hevur Helena lovað at greiða eitt sindur frá hennara leið frá juristi til prest og hvussu tað er at virka sum deyvaprestur í Danmark.
Helena greiðir soleiðis frá: Við mínum djúpu røtum í mentanini hjá deyvum, og donskum tekinmáli sum móðurmál, síggi eg starvið sum ein kall til at virka sum deyvaprestur. Tað hevur leingi verið mín dreymur at boða evangeliið á donskum tekinmáli, og virka fyri einum livandi kirkjulívi í deyvasamfelagnum.











