Høvi at vitja umborð á fregattini, Auvergne, 13.august

Tíðindaskriv:

 

Hósdag 13. august verður høvi at vitja umborð á fronsku fregattini Auvergne, sum liggur við kai í Havn.

 

Fýra ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð:

 

Hósdag 13. august

 

kl. 08:30

 

kl. 09:30

 

kl. 10:30

 

kl. 11:30

 

Áhugað kunnu skriva teldupost til hannafranka10(at)gmail.com ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2. Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er stutt. Seinasta freist at tekna til, er mikudag 12.august kl. 17.

 

Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum.

 

 

 

Franska konsulatið