Í dag hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, verið endurgivin fyri at siga, at Iran hevur biðið um vápnahvíld. Hetta er ikki fyrstu ferð, at forsetin hevur havt hetta á orði. Seinni hevur Iran so avsannað, at landið hevur biðið USA um vápnahvíld.
Donald Trump skal hava sagt, at USA ikki vil tosa um vápnahvíld enn, tí hetta er ikki aktuelt í løtuni. Heldur fer USA at halda fram við at "bumba Iran sundur og saman..." sum forsetin sambært útlendskum miðlum skal hava tikið til í dag.
- Vit kunnu meta um eina vápnahvíld, tá Hormussundið er opið og frítt aftur. Til ta tíð vilja vit bumba Iran sundur og saman - ja heilt aftur í steinøldina, skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir sagt, at USA er í samrøðum við Iran um at enda kríggið.
##med2##
Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, segði týsdagin, at Iran er til reiðar at halda fram við krígnum, og hetta segði hann í samrøðu við miðilin, Al Jazeera.
- Tú kanst ikki tosa við iranska fólkið við hóttanum og við stórum yvirskriftum. Vit hava ikki sett nakra seinastu freist fyri okkara sjálvverju, segði iranski uttanríkisráðharrin sambært AP-tíðindastovuni.











