Sev skrivar, at hetta sást eisini aftur í føroysku elframleiðsluni, sum minkaði 2,8 megawatt hendan tíman.
Veðrið var serstakliga gott hesa løtuna, nærum vindstilli, og tað ávirkaði eisini elframleiðsluna, tí at hóast elframleiðslan var 100 prosent burðardygg um alt landið bæði áðrenn og aftaná Earth Hour, so var hon nærri 50 prosent júst tíma jarðarinnar.
Í Suðuroy var framleiðslan 100 prosent burðardygg allan leygardagin.
Seinastu sjey dagarnar hevur elframleiðslan í Suðuroy verið gott 95 prosent burðardygg, meðan framleiðslan í meginøkinum hevur verið 86 prosent burðardygg.










