Áður hevur spanska stjórnin upplýst, at landið ikki vil lata amerikansk flogfør, sum eru ávegis til Miðeystur, brúka landsins hernaðarflogvallir.
- Vit loyva hvørki, at okkara hernaðarflogvallir verða brúktir, ei heldur, at okkara loftrúm verður brúkt í sambandi við kríggið í Iran.
Tað sigur spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles, við tíðindafólk í Madrid í dag.
Ávísin, El Pais, var fyrst at siga frá sponsku avgerðini, men tá vórðu ongar navngivnar keldur nevndar.
Spanski stongsulin er tó ikki galdandi fyri møguligar neyðstøður.
Pedro Sancehz, sum er spanskur forsætisráðharrin, er ímóti krígnum, sum USA og Ísrael føra móti Iran.
Hann sigur, at kríggið er ábyrgdarleyst og ólógligt, og hann hevur verið meira avgjørdur enn ein røð av øðrum evropeiskum ríkisleiðarum hava verið.










