Nýtt frímerki – Postverk Føroya 50

Mikudagin, 1. apríl eru 50 ár eru liðin, síðan postverkið varð yvirtikið.

Longu frá 1870 tók danska postverkið sær av postflutningi til og úr Føroyum og kring oyggjarnar, men 1. apríl 1976 kom postverkið á føroyskar hendur, og navnið varð Postverk Føroya.

 

Posta skrivar, at á yvirtøkudegnum var stórur áhugi fyri at ogna sær brævbjálvar við føroyskum frímerkjum og stempli. Tá vóru 41 posthús kring oyggjarnar. Í august 2009 fekk Postverk Føroya nýggjan samleika og búmerki, og navnið broyttist tá til Posta.

 

Í sambandi við 50-ára føðingardagin verður eitt vakurt frímerki givið út, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið. Ein vøkur mappa við frímerki og fyrstadagsbjálva fæst eisini til keyps.

 

Á føðingardegnum bjóðar Posta lagkøku og kaffi á posthúsum kring landið. Vegna umfatandi umbygging á posthúsinum á Óðinshædd er sjálvt hátíðarhaldið flutt til seinni í ár. Nærri kunning kemur seinni, skrivar Posta.