Í morgin, hin 31. mars klokkan 16.30, verður móttøka fyri nýggja Fagraberg.
- Skipið leggur at undir skrivstovubygninginum hjá Framherja í Fuglafirði, veit heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum at siga.
Reiðarríið fer at bjóða suppu, kaffi og okkurt gott undir tonna.
- Røður verða hildnar, og hornorkestur spælir. Seinni verður høvi at fara umborð at síggja skipið, verður lagt aftrat.










