Eg vil vera Føroya síðsta fólkatingsumboð! 

Eg gleðist um, at allir føroyskir flokkar – uttan ein – eru samdir um, at samstarvið við Danmark eigur at umskipast til eina skipan, sum byggir á javnbjóðis samstarv, og har ið Føroyar fáa status sum statur. Tað kann sigast so sera einfalt: skulu Føroyar hava tær uttanríkispolitisku heimildir og ta viðurkenning, sum er alneyðug fyri okkara vinnulív, ítróttarfólk og føroyingar sum heild, er neyðugt at skipa Føroyar sum ein suverenan stat. 

 

Í einum broytiligum heimi við hóttanum bæði úr eysturi og vesturi er umráðandi, at lond sum virða fólkaræði, menniskjarættindi og altjóða lóg standa saman. Halda vit fram sum ein danskur landslutur við heimastýri, er vandi fyri, at vit fyrr ella seinni fáa eina uttanríkispolitiska kreppu, sum endar við, at Føroyar og Danmark fara hvør til sítt undir óvissum og ótryggum umstøðum. Tí mugu vit finna eina loysn, sum øll kunnu liva við nógv ár fram í tíðina. 

 

Hesir flokkar, sum eru samdir um at fara undir hesa tilgongd, hava tørv á einum sterkum viðleikara á Fólkatingi, ikki einum mótleikara. Eg vil vera hesin viðleikari. Eg havi síðan í fjør sitið í nevndini í Ungdómsins Norðurlandaráði, sum hevur givið mær nógvar góðar royndir í millumtjóðapolitikki.

 

Næstan allir flokkar viðurkenna nú, hvat skal til, fyri at Føroyar framhaldandi kunnu mennast. Føroyar mugu gerast eitt sjálvstøðugt land og harvið ódarvaðar stíga fram á heimspallin, tá kunnu vit standa millum janvsettar tjóðir, og har ið merkini veittra, veittri eisini mítt. 

 

 

 

X við Jóhannis Erlendsson 24. mars 

 

Eg lovi at dustsúgva, sløkkja ljósið og læsa á veg út!