Iran heitir á íbúgvar í Dubai og Doha um at rýma

- Íbúgvar í ávísum økjum í hesum býum verða bidnir um at rýma - ella søkja sær skjól - beinanvegin, siga almennar iranskar tíðindastovur

Í kvøld ávarar Iran íbúgvar í ávísum økjum í Dubai og Doha um møgulig álop næstu tímarnar.

 

Sambært almennum iranskum tíðindastovum hevur USA hernaðarútgerð í økjunum, har heitt verður á íbúgvar um at rýma.

 

Í sínum ávaringum vísir Iran á høvuðsstaðin í Katar, Doha og Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

Íbúgvar í ávísum økjum í hesum býum verða bidnir um at rýma - ella søkja sær skjól - beinanvegin.

 

Myndin omanfyri er tikin hin 1. mars, tá svartur roykur stendur upp úr einum ídnaðarøki í Dubai eftir eitt iranskt álop.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi úr Miðeystri í kvøld.