- Eftir ynski frá Eiðis Sløkkiliði um búmerki, skrivar Eiðis kommuna nú út búmerkjakapping.
Tað siga tey í Eiðis kommunu í dag.
Krøvini til búmerkið eru, at tað skal síggjast - at búmerkið fevnir um sløkkiliðið og Eiðis kommunu.
- Búmerkið skal kunna brúkast til hvíta, svarta og reyða bakgrund, og tað skal kunna brúkast bæði stórt og smátt.
Víst verður á, at dómsnevndin, ið er skipað við limum í Eiðis kommunu og Eiðis sløkkiliði, tilskilar sær rætt at velja ella vraka hugskot - ella at skriva út nýggja kapping.
- Uppskotini skulu sendast til eidi@eidi.fo, ella sendast til kommununa á adressu: Brekkuvegur 37, 470 Eiði.
Í Eiðis kommunu siga tey, at freistin at lata inn uppskot er á middegi mikudagin hin 18. februar, og latnar verða 5000 krónur til vinnandi uppskotið.











