Amerikanskir myndugleikar ávara nú amerikansk handilsskip um vandan við at sigla gjøgnum Hormussundið og Omanvíkina.
Tað er amerikanska flutningsmálaráðið, sum kemur við hesi ávaring.
Flutningsmálaráðið vísir á, at iranskir myndugleikar fyrr í mánaðinum royndu at taka handilsskip í iranskum sjógvi við smábátum og tyrlum.
Um skip kortini sigla í økinum, mælir USA til, at skipini halda seg so nær omanskum sjógvi og so langt úr iranskum sjógvi sum til ber.
Ávaringin verður fyribils galdandi til byrjanina av august.
Hormussundið liggur millum Iran og Oman, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.
- Hetta er ein av týdningarmestu siglingarleiðum í heiminum, veit tíðindastovan NTB at siga.











